OSS Score Sheet app - OAK HOUSE

OSS - app

Q: Hvussu fái eg eitt login til app ?

A: Tú vendir teg til felagið hjá tær og fært teirra superbrúkara at senda tær eina innbjóðing við telduposti. Tú mást virka tín brúkara við at trýsta á leinkju í teldupostinum. 

 

Q: Eg havi ikki fingið nakra innbjóðing við telduposti.

A: Kanna fyrst tína SPAM mappu (um tað ber til). Um onki er har vend teg síðani til felagið hjá tær og spyr teirra superbrúkara um telduposturin er rætt stavaður og/ella fáa tey at senda tær eina innbjóðing umaftur.

 

Q: Eg havi gloymt mítt loyniorð. Hvat geri eg nú?

A: Í appuni trýstir tú á gloymt loyniorð knøttin. Síðani tastar tú teldupost og trýstir á knøttin.
Sc: https://v.usetapes.com/9jWeP248mq

 

Q: iPaddurin er ikki uppladaður. Hvat geri eg so?

A: Til ber eisini at brúka eina iPhone, sum kann koyra iOS 14. Til ber ikki at brúka nakra Android teldil ella snildil.

 

Q: Hvørki iPad ella iPhone eru tøk. Hvat geri eg nú?

A: Tú mást brúka papír sum áður og føra dystin inn seinni, tá ið iPad er tøk aftur.

 

Q: WiFi í høllini er ógvuliga vánaligt. Hvat nú?

A: Um onkur kann deila data við iPad, so er tað vert at royna. App krevur tó ikki at hava data allatíðina.

 

Q: Hvussu finni eg dystirnar?

A: Tá ið tú hevur innritað mást tú fyrst velja eina høll t.d. Høllin í Kollafirði. Um dystirnir eru nógvir í talu kanst tú leita uppá lið, dómara, o.tl.

Sc: https://v.usetapes.com/z38iuMcHQb

 

Q: Eg fái ikki byrja dystin

A: Liðini mugu vera sett. Harumframt má dysturin hava skrivaran (teg?) skrásettan umframt í minsta lagi dómara 1.

Sc: https://v.usetapes.com/68kjlOxfoP

Sc: https://v.usetapes.com/0BE9spawpy

 

Q: Hvussu stýri eg klokkuni?

A: Tú trýstur á “pausu” knøttin og so aftur á “play” seinni tá ið spælið er byrjað aftur.

Sc: https://v.usetapes.com/hWBv5Gzbkq

 

Q: Hvussu gevi eg einum leikara gult ella 2 minuttir?

A: Tú kanst velja leikara fyrst og síðani t.d. 2 minuttir. Ella tú velur 2 minuttir og síðani hálar tað yvir á leikaran (drag ‘n drop).

Sc: https://v.usetapes.com/5t1BOKNTDD

 

Q: Eg sá ikki hvør fekk 2 minuttir ella skoraði eitt mál. Hvat geri eg so?

A: Tú gevur einum liði mál ella t.d. hinum liðnum 2 minuttir. Hetta kann rættast seinni.

Sc: https://v.usetapes.com/JHONTtQsUq

 

Q: Eg kom til at trýsta tvær ferðir á mál fyri eitt lið. Hvat nú?

A: Tú kanst strika hendingina við at hála mál-hendingina til vinstru og síðani velja skrellispannina fyri at strika

Sc: https://v.usetapes.com/8MbLd7VqED

 

Q: Hvussu rætti eg eina hending?

A: Vel hending t.d. 2 minuttir til útilið. Síðani velur tú rætta persón til hending t.d. nr 19 og síðani goymir tú.

Sc: https://v.usetapes.com/a3kSn0Rt77

 

Q: Ber til at síggja hvør hevur fingið gul kort og 2 minuttir?

A: Ja. Hygg eftir leikarunum og tal av gulum og útvísingum stendur aftanfyri navnið. Koppa teldil á tvøran fyri betri at síggja alt. 

Sc: https://v.usetapes.com/gEzhZh3YGF

 

Q: Gevur app reytt kort til leikara við 3 útvísingum?
A: Nei, tað má skrivari gera. App minnir tó brúkaran á hetta.

Sc: https://v.usetapes.com/XPPkKzK4qq

 

Q: Dómari vil føra dyst inn, sum endaði 7-5. Ber tað til?

A: Ja. Far inn á dyst og byrja dystin sum vanligt. Set síðani málini inn við at trýsta á støðuna hjá hvørjum liði og síðani velja rætta talið: 7. Goym og set síðani úrslitið á sama hátt fyri útilið.

Sc: https://v.usetapes.com/GzP6xCPIUj

 

Q: Hvussu endi eg ein dyst?

A: Fyri at enda dyst má dómari skriva undir. Tað verður gjørt undir ‘Eftirleikur’ tabbinum. Skriva møguliga eina frágreiðing og bið síðani dómara skriva undir við fingrinum. Til síðst verður trýst á knøttin ovast til høgru.

Sc: https://v.usetapes.com/2wR4oKoVHp